Í løtuni er einki grundarlag fyri at taka samráðingar uppaftur millum Russland og Ukraina.
Tað sigur Dmitry Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini sambært The Guardian.
Russiski forsetin Vladimir Putin og ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj kunnu fyrst hittast, eftir at semingsmenninir hjá báðum síðum hava "lisið uppá".
Samráðingar millum londini hava ikki verið síðan mars, og sambært tíðindastovuni Reuters gevur hvør partur hinum partinum skyldina.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur, at Ukraina ikki vil taka samráðingarnar uppaftur við Russland, um russar gjøgnumføra fólkaatkvøður um innliman í Russland í hersettum ukrainskum økjum.
Les eisini: – Vit geva ikki nakað burtur, sum er okkara
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald