Uttanlands

– Einki prógv fyri at munnbind rigga

Mann eigur ikki at krevja, at øll brúka munnbind, heldur Peter Gøtzsche, danskur lækni og granskari

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-10-30 12:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár komu herdu tiltøkini hjá donsku stjórnini í gildi, og fólk í Danmark skulu nú m.a. bera munnbind innandura á øllum almennum støðum.

Sambært Peter Gøtzsche, ið er lækni og granskari, finst tó einki prógv fyri, at munnbind kunnu verja móti krímsjúkum sum covid-19.

Kanningar vísa einki prógv fyri, at munnbind kunnu verja móti covid-19, og tí eigur mann ikki at krevja, at øll skulu ganga við munnbindi á almennum støðum, sigur hann í samrøðu við TV2 News, sum sæst omanfyri.

Um mann óttast at blíva smittaður kann mann brúka munnbind, um mann ynskir tað, men tað eigur ikki at vera krav at øll frísk fólk skulu ganga runt og líkast bankaránarum, heldur hann.

Peter Gøtzsche er kendur fyri at koma við atfinningum móti heilivágsídnaðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder