Mentan

- Eitt bládýpi av reinari matgleði

Føroyska matstovan Koks er á listanum hjá Forbes yvir tær kulastu matstovurnar í heiminum at vitja í 2021

2020-12-09 17:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kenda tvístjørnaða matstovan, Koks, frammi við Gjónna, fær framhaldandi rósandi orð í altjóða miðlum og tíðarritum.

Seinasta ‘prýði’ á langa listanum av rósandi viðmælum er eitt pláss á listanum fyri kulastu matstovurnar í heiminum, sambært Forbes, sum er eitt nógv virt amerikanskt vinnutíðarrit.

Forbes hevur gjørt listan “10 coolest Restaurants for 2021” har Koks er einasta norðurlendska umboð saman við heilt serligum matstovum kring heimin, sum eru verdar eina vitjan. Hinar eru í USA, Kili, Japan, Spania, Eysturríki, Tailandi, Fraklandi, Wales.

Forbes brúkar Kristian Brask Thomsen, ein virdur filmsleikstjóri, sum í løtuni ger ein film um serligar Michelin-matstovur, til at lýsa upplivingina av at vitja Koks. Hann sigur nakað soleiðis:

“Føroyar eru eitt spennandi mikrokosmos av spennandi rávørum, norðurlendskari søgu, víkingafrásøgnum, 37 orðum fyri mjørka og enn fleiri fyri ræstan mat, 70.000 seyðir, ein blómandi fiskivinna, hugtakandi fossar, serskøltum, einum tungumáli, sum bert verður tosað av nøkrum 50.000 – og so kulinariska gimsteininum Koks.

Koks hevur eina frumsagnarliga staðseting í einum hobba-umhvørvi, ein tvístjørnað Michelin matstova í einum lágum bóndagarði við flagtekju, nærhendis grønum bøi og einum vatni fult av sílum, fjarskotið mitt í Norðurhøvum. Koks er ein matstova, sum ikki bert roynir at vísa sína burðardygd, men hevur hana í síni kjarnu. Tað mesta av rávørunum eru framleiddar í nánd, í fjallalendinum og havinum. Í samstarvi við bøndur, kavarar, taraserfrøðingar, veiðifólk og fiskimenn. Koks er eitt bládýpi at reinari matgleði”. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder