2020-10-06 18:08
Eitt koppingarevni móti korona kann møguliga vera klárt um ársskiftið, sigur aðalstjórin hjá Heimsheilsustovninum, WHO.
– Okkum tørvar eitt koppingarevni, og har er vón um, at vit fara at hava eitt koppingarevni um ársskiftið, sigur aðalstjórin, Tedros Adhanom Ghebreyesus í dag sambært tíðindastovuni Reuters.
COVAX átakið hjá WHO arbeiðir í løtuni við níggju sløgum av koppingarevni. Ætlanin er at kunna hava nóg mikið til at koppseta tvær mia. fólk í endanum av 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald