Innanlands

– Eitt nýbrot innan bú- og viðgerðarstovnar

Í dag letur nýggi bú- og viðgerðarstovnurin fyri ung við menningartarni og samansettum trupulleikum upp á Jústabrekku í Klaksvík

Stovnurin á Jústabrekku er eitt satt nýbrot, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (Mynd: Almannamálaráðið)

Stovnurin á Jústabrekku er eitt satt nýbrot, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (Mynd: Almannamálaráðið)

2021-08-18 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag letur Almannaverkið upp nýggjan bú- og viðgerðarstovn á Jústabrekku 1 í Klaksvík.

Stovnurin er fyri fólki við menningartarni og samansettum trupulleikum, og talan er um eitt av fyrstu tilboðum av sínum slagi – eitt satt nýbrot, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Jústabrekka er ein nýggjur stovnur, sum verður fyribils bústaður fyri fimm ung fólk, í aldrinum 18 til 25 ár, sum hava lættari menningartarn og samansettar trupulleikar. Her fáa tey møguleika at búgva komandi trý árini, og við miðvísari námsfrøði, sálarfrøði og stuðli, mennast og vegleidd í gerandisdegnum.

Sigast má, at karmarnir, sum Klaksvíkar býráð hevur umvælt og innrættað, eru bæði snotilig og hóskandi til endamálið, og er úrslit av góða samstarvinum millum Klaksvíkar Kommunu, Almannaverkið og Almannamálaráðið, skrivar Almannamálaráðið á heimasíðuna.

Endamálið við stovninum er at styrkja og menna persónligar og sosialar førleikar, soleiðis at tey, sum fara at búgva har, megna at liva eitt sjálvstøðugt lív, og samstundis at fáa ella varðveita tilknýtið til skúla og arbeiði. Karmarnir leggja harumframt upp til, at tey í nógv størri mun sjálvi avgera, hvussu nógv tey verða partur av felagsskapinum.

Í dag verður skipað fyri tiltaki fyri innbodnum, har tónleikaframførsla og røður verða á skránni. Millum annað fer landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur at flyta fram røðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder