Vandin fyri stórum kríggi í Evropa er veruligur, og hevur hann ongantíð verið so stórur síðan seinni heimsbardagi endaði í 1945.
Tað sigur pólski forsætisráðharrin Donald Tusk sambært fleiri miðlum, m.a. BBC.
– Kríggj er ikki longur eitt hugtak úr fortíðini. Tað er veruligt, og tað byrjaði fyri yvir tveimum árum síðani, sigur Tusk, sum sipar til russisku innrásina í Ukraina í 2022.
– Tað, sum er mest ørkymlandi í løtuni er, at ein hvør hugsandi framtíðarmynd er møgulig. Vit hava ikki sæð eina slíka støðu síðan 1945.
– Eg veit, at tað ljóðar nívandi, serliga hjá yngru ættarliðunum. Men vit noyðast at venja okkum við ta sannroynd, at eitt nýtt tíðarskeið er byrjað, sigur Tusk.
Hann leggur afturat, sambært Ritzau, at um Ukraina tapir kríggið, kann eingin í Evropa kenna seg tryggan longur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald