Uttanlands

- Eitt oligarki tekur nú yvir

Joe Biden stúrir fyri framtíðini – í gjár helt hann sína seinastu røðu fyri fólkinum áðrenn hann leggur frá sær

Joe Biden helt í gjár seinastu røðu sína til fólkið úr eggrundu forsetaskrivstovuni í Hvítu Húsunum (Mynd: EPA)

Joe Biden helt í gjár seinastu røðu sína til fólkið úr eggrundu forsetaskrivstovuni í Hvítu Húsunum (Mynd: EPA)

2025-01-16 08:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sama dag sum umfatandi diplomatiskt virksemi var millum USA, Egyptaland og Katar fyri at fáa friðaravtalu í lag millum Ísrael og Hamas, tók fráfarandi amerikanski forsetin, Joe Biden, í gjár samanum forsetaskeið sítt. Hetta hendi í seinastu røðu hansara í eggrundu skrivstovuni í Hvítu Húsunum í Washington.

Um fáar dagar fer hann frá sum forseti, so at Donald Trump og hansara fólk kunnu taka yvir.

Og forsetin segði, at hann er stúrin fyri framtíðini. Hann nevndi vitlíki, sosialar miðlar og at tað er ein lítil hópur av ovurríkum fólkum, sum fáa alsamt størri vald.

- Í dag hava vit eitt oligarki við ríkidømi, valdi og ávirkan. Hetta er ein verulig hóttan móti okkara fólkaræði, okkara rættindum og frælsum og møguleikanum hjá øllum at koma seg fram í samfelagnum, segði Joe Biden.

Forsetaskeið við avbjóðingum

Biden fekk eina trupla byrjan sum forseti. Trump vildi ikki góðkenna, at hann hevði tapt forsetavalið, og tá senatið skuldi góðtaka forsetavalið, var kongressin álopin. Harafturat herjaði koronafarsóttin.

Og fleiri aðrar avbjóðingar komu afturat – serliga kríggið í Ukraina, kríggið í Miðeystri og annars ein ófriðarligur heimur.

Sjálvur hevði Biden eina vón um at kunna halda fram sum forseti í fýra ár afturat, men eftir fyrsta sjónvarpaða kjakið millum hann og Donald Trump í juni, vóru tað fleiri demokratar, sum bóðu Biden um at taka seg aftur úr forsetastríðnum, tí hann kláraði seg so illa.

Men tað var ikki fyrr enn móti endanum av juli, at hann tók seg aftur sum forsetavalevni, og varaforsetin, Kamala Harris, tók yvir.

- Tað hevur verið tann størsti heiðurin at hava fingið loyvi at vera tykkara forseti, segði Biden át enda í røðu síni.

Kelda: NRK

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder