Stutt eftir at Notre Dame stóð í ljósum loga mánakvøldið, fór stóra arbeiði hjá sløkkiliðnum, at bjarga tí sum bjargast kundi, í gongd. Fyrst var tað átta tímar, har sløkkiliðið stríddist við flammurnar, og har tað eydnaðist at bjarga tí mesta av dómkirkjuni; m.a. eyðkendu tornunum.
Eftir hetta snúði tað seg um hjá sløkkiliðnum at niðurkøla rapaðu múrarnar frá torninum. Síðani var tað at stabilisera konstruktiónarnar so mikið, at tað ikki er vandi fyri, at múrarnir fara at rapa.
Hetta hava byggimenn og arkitektar arbeitt við, og í gjárkvøldið var alt komið so mikið uppá pláss, at sløkkiliðið kundi fara endaliga úr dómkirkjuni. Hetta váttaði talsmaður hjá Gabriel Plus fyri AP tíðindastovuni. Hann sigur eisini, at tað er eitt undur, at stóra dómkrikjan stendur enn, og at allir halgilutirnir eru bjargaðir.
Franski forsetin, Emmanul Macron, gav týskvøldið í sjónvarpinum lyfti um, at Notre Dame verður endurbygt innan fimm ár. Meira enn sjey milliardir krónir eru samlaðar inn til júst hetta endamálið.
Enn er ikki vist, hví eldur kom í 850 ára gamla bygningin í franska høvuðsstaðnum.
Kelda: tv2.dk
Uttanlands
- Eitt undur at dómkirkjan stendur enn
Sløkkiliðið hevur fingið so gott tamarhald sum gjørligt á støðuni, og trekti seg tí aftur úr Notre Dam seint í gjárkvøldið
Sløkkiliðið í París hevur havt úr at gera hesa vikuna (Mynd: EPA)
2019-04-20 13:07
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald