Mentan

– Ellen hevur fingið nokk

Sambært dulnevndari keldu, er "The Ellen DeGeneres Show" á veg í søguna

Ellen DeGeneres, vertur á

Ellen DeGeneres, vertur á "The Ellen DeGeneres Show" (Mynd: EPA)

2020-08-01 12:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein dulnevnd kelda úr framleiðslufyritøkuni Telepictures, sum hevur ábyrgdina av framleiðsluni av "The Ellen DeGeneresShow" sigur, at tey fara møguliga skjótt at steðga við at framleiða kendu amerikansku prátsendingina hjá Ellen DeGeneres.

Sambært miðlinum Daily Mail, hevur keldan hoyrt Ellen DeGeneres siga, at hon hevur fingið nokk.

Tíggju fyrrverandi starvsfólk og eitt núverandi starvsfólk hava avdúkað, at arbeiðsumstøðurnar á "The Ellen DeGeneres Show" eru sera vánaligar. M.a. siga tey, at trý av framleiðslufólkunum hava víst eina "happandi atferð" móti teimum.

– Hon heldur ikki, at hon kann halda fram, og hon heldur, at einasti mátin hjá henni at endurvinna sítt persónliga brand er við at steðga, sigur keldan við Daily Mail.

Ellen biður um umbering

– Á fyrsta degi segði eg við øll, at eg ynskti, at "The Ellen DeGeneres Show" skuldi vera eitt gott stað – eingin skuldi tosa hart, og øll skuldu virða hvønn annan. Tað er greitt, at okkurt er broytt, og eg eri vónsvikin um at finna útav, at tað ikki var so. Tað harmar meg, sigur 62 ára gamla Ellen DeGeneres í einum opnum brævi, sum miðilin The Hollywood Reporter, hevur endurgivið.

Fleiri av ákærunum frá fyrrverandi starvsfólkunum snúgva seg um ein av framleiðslustjórunum, Ed Glavin, sum sambært The Hollywood Reporter, skjótt verður koyrdur úr starvi

Men sambært kelduni hjá Daily Mail, er tað ikki rætt, sum stendur í brævinum. Ellen DeGeneres visti væl av, hvat gekk fyri seg, og fór hon heldur ikki sjálv væl við starvsfólkunum, verður sagt.

Fyrsti partur av "The Ellen DeGeneres Show" varð vístur í september 2003, og nú, 17 sesongir seinni, er sendingin enn væl umtókt. Í 2019 varð avtala gjørd um at framleiða tríggjar sesongir afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder