Vesturheimurin roynir at skræða Russland sundur, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin í samrøðu við russiskt sjónvarp, sum verður víst í dag.
– Kjarnin í øllum hesum er, at okkara geopolitiski mótstøðumaður hevur ætlanir um at skræða Russland sundur, tað søguliga Russland, sigur Putin.
Sambært Ritzau sipar hann her helst til kommunistiska Sovjetsamveldið tað Russland, sum var undir sarinum.
Russiski forsetin leggur afturat, at málið hjá Russlandi, sum fyri tíggju mánaðum síðani gjørdi innrás í Ukraina, er tað øvuta. At sameina russiska fólkið.
– Vit eru á rættari leið. Vit taka avgerðir um áhugamál hjá okkara tjóð, hjá okkara borgarum, og okkara fólki, sigur hann.
Í samrøðuni endurtekur Putin eisini, at Russland er til reiðar at samráðast við øll, sum luttaka í tilgongdini at finna eina nøktandi loysn í sambandi við kríggið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald