Innanlands

Bjørn Kalsø: Eri ikki limur í Sambandsflokkinum longur

Bjørn Kalsø skilur ikki, at Sambandsflokkurin hevur tikið undir við uppskotinum um burðardygga ferðavinnu

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-05-24 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bjørn Kalsø, fyrrverandi landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin er ikki longur limur í flokkinum. Tað váttar hann í Breddanum hjá Kringvarpinum í dag.

Bjørn Kalsø gavst í politikki í 2019, og síðani hevur hann ikki verið serliga virkin í flokkinum. Seinastu árini hevur hann eisini verið rættiliga ónøgdur við landbúnaðarpoltikkin og ferðavinnupolitikkin hjá flokkinum, sigur hann.

Týsdagin varð lógin um burðardygga ferðavinnu samtykt við 3. viðgerð í løgtinginum, og nærum øll í Sambandsflokkinum atkvøddu fyri málinum saman við samgonguni, og hetta skilur Bjørn Kalsø ikki.

– Tað skilji eg ikki, at ein borgarligur flokkur sum Sambandsflokkurin hevur tikið undir við.

Bjørn Kalsø stillaði fyri fyrstu ferð upp fyri Sambandsflokkin í 2004. Frá 2004 til 2008 var hann landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og frá 2011 til 2015 var hann landsstýrismaður í mentamálum. Hann gavst í politikki í 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder