– Formurin er góður, men eg má siga, at tað enn er nakað, eg arbeiði við, og tað fari eg at gera í langa tíð framyvir.
Soleiðis sigur Joakim prinsur í samrøðu við DR, sum varð víst í tíðindasendingini 21 Søndag í gjárkvøldið.
Hetta er fyrstu ferð prinsurin úttalar seg alment um hendingina 24. juli, tá hann fekk blóðtøpp í heilan.
Hann var saman við familju sínari á Château de Cayx, vínslottinum hjá drotningini, í Suðurfraklandi, tá hann brádliga fekk blóðtøpp og mátti innleggjast á sjúkrahús í Toulouse, har hann varð skurðviðgjørdur. Tíbetur gekk alt væl, og hann varð útskrivaður 3. august.
– Tað var ikki bara eg og kropsligi formurin hjá mær, sum varð raktur. Kona mín, børn míni, og nærmasta familjan – vit vórðu øll rakt. Eg varð raktur kropsliga, men tey stóðu jú í fremstu røð.
– Vit takka skapara okkara hvønn dag, leggur prinsurin afturat.
Joakim prinsur flutti fyri hálvumøðrum ári síðani úr Danmark til Fraklands við konuni, Marie prinsessu, og børnum teirra til Fraklands, har hann varð sloppin inn at útbúgva seg á viðurkenda franska hernaðarakademinum Ecolé Militaire. Nú arbeiðir prinsurin sum verjufulltrúi á donsku sendistovuni í París.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald