- Hóast tað krevur nógv at gerast samd um eitt samgonguskjal, er frælsi ikki til at fara á kompromis við. Vit heita á tykkum við hesum skrivi, at standa stinn í samgongusamráðingunum og halda fast við, at vit hvørki rulla hjúnabandslógina aftur ella broyta núverandi lóg. Arbeitt skal aldrin vera ímóti at skerja rættindi hjá føroyskum borgarum.
Soleiðis stóð í skrivi, sum 22 limir í Sambandsflokkinum sendu út í gjár, eftir at Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum í gjár hevði sagt, at Miðflokkurin ynskti at "reinsa hjúnabandið".
– Málið er at reinsa hjúnabandið, so tað bara er fyri kvinnu og mann. Vit meta ikki, at nakar annar møguleiki er reellur og fara ongantíð at góðtaka nakað annað, segði hann.
Samráðingar hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum um at skipa nýggja samgongu halda fram í dag.
Aftur í dag fara tríggir arbeiðsbólkar við umboðum úr øllum trimum flokkum at viðgera ymisk mál. Ein bólkur viðger mentan og útbúgving, ein annar vinnumál, og ein viðger heilsumál.
Bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin søgdu áðrenn valið, at teir ikki ynsktu at taka nøkur vunnin rættindi aftur, og formenninir skulu í dag m.a. viðgera etisk mál umframt fíggjar- og búskaparmál, men ósmejan um hjúnabandslógina tykist ikki at hava ávirkað samráðingarnar.
Allir tríggir formenninir søgdu við Útvarpið á middegi, at teir eru væl nøgdir við samráðingarnar.
- Vit hava tosað tingini ígjøgnum í morgun, og tað sær út sum, at allir partar eru til reiðar at fáa eina samgongu upp at standa. So leingi tað er ein møguleiki, arbeiði eg fram móti tí, sigur Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari og formaður í Sambandsflokkinum.
- Tað eru so nógv mál, sum vit samráðast um, og einaferð hava vit verið ígjøgnum alt, og tá trúgvi eg, at vit hava funnið eina loysn, sum allir flokkar kunnu vera samdir um, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.
- Vit ætla okkum at koma á mál, og tað trúgvi eg, vit fara at klára, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.
Tó vildu teir ikki siga nakað ítøkiligt um, hvat teir vóru blivnir samdir um.
- Vit koma til endans at leggja fram, hvat tað er, vit eru vorðnir samdir um, og tað geri eg ikki áðrenn samgonguskjalið er liðugt, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald