Brexit-dagurin var fyri næstan einum mánaði síðani, men Brexit-tilgongdin er ikki heilt av.
Seinasta stigið eru samráðingarnar millum Bretland og ES um eina skilnaðaravtalu. Hetta inniber serliga eina fríhaldilsavtalu, ið Bretland ynskir at fáa við evropeiska samveldið.
Hesar samráðingarnar eru formliga farnar í gongd, og samráðingaruppleggini eru løgd fram. Trupulleikin er ymiskar lógir, ið ES hevur, og sum samveldið ynskir at Bretland skal vera undir. BBC skrivar í gjár, at Boris Johnson hevur gjørt greitt, at um útlitini ikki eru batnaði áðrenn juni, verða samráðingarnar slitnar.
Bretska stjórnin vil ikki góðtaka, at aðrar lógir koma yvir bretskar lógir, og spurningurin er so, um ES vil boyggja seg á ymiskum økjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald