Tað er neyðugt, at ES leggur meira trýst á prestastýrið í Iran, heldur týski uttanríkismálaráðharrin, Annalena Baerbock.
Hetta sigur hon, eftir at Iran leygardagin avrættaði tveir menn fyri leiklut teirra í mótmælunum, sum hava verið í landinum síðan miðskeiðis í september.
Menninir vórðu dømdir fyri at hava verið við til at drepa eitt trygdarfólk undir einum mótmæli í november.
Josep Borrell, uttanríkisstjóri hjá ES, sigur, sambært Ritzau, at hann fordømir avrættingarnar, og heitir hann á Iran um at ógilda deyðadómar, sum eru sagdir móti øðrum mótmælisfólkum. Avrættingarnar eru enn eitt tekin um kúganina av sivilum mótmælisfólkum í Iran, sigur hann.
Iran hevur nú hongt fýra persónar, sum hava verið dømdir í sambandi við mótmælini.
Sakførarin hjá eina manninum segði í desember, at klientur hansara varð blivin útsettur fyri píning fyri at fáa hann at játta seg sekan, og sambært Amnesty International var eisini hin maðurin tvungin at játta seg sekan.
Sambært felagsskapinum Iran Human Rights eru í minsta lagi 100 mótmælisfólk í vanda fyri at blíva avrættað eftir at hava fingið ein deyðadóm ella eina skuldseting, sum kann hava við sær deyðarevsing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald