Hvítarussland fer ongantíð at hava tørv á at brúka kjarnorkuvápnini, sum Russland fer a seta upp í landinum. Talan verður bert um ræðuvápn, sigur Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi.
– Eg eri vísur í, at vit ongantíð fáa tørv á at brúka tey, meðan tey eru her. Og eingin fíggindi fer at traðka á okkara land, sigur hann sambært Ritzau.
Tað var í mars, at tað kom fram, at Russland hevur ætlanir um at seta upp taktisk kjarnorkuvápn á hvítarussiska jørð. Í mai varð formliga avtala undirskrivað um hetta, og fyri nøkrum vikum síðani varð boðað frá, at vápnini skuldu setast upp í juli.
Taktisk kjarnorkuvápn hava ongantíð verið brúkt í kríggi. Lukasjenko segði tó í juni, at vápn vóru komin til Hvítarusslands, og at hann ikki fór at aftra seg við at brúka tey, um hetta gjørdist neyðugt. Fyrst hevði hann tó viljað spurt Russland um ráð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald