Tað fær avleiðingar fyri Kina, um landið hjálpir Russland. Tað sigur eitt ónevnt embætisfólk í Washington D.C.
Sambært Ritzau skal Russland eitast at hava biðið Kina um hernaðarhjálp. Kinesiska uttanríkismálaráðið leggur tó USA undir at bera følsk tíðindi um Kina, og stjórnin í Moskva vísir eisini aftur, at nøkur umbøn um hernaðarhjálp er send til Kina.
Samband hevur verið millum stýrini í báðum londum, og hevur Russland seinastu dagarnar heitt á Kina um m.a. at senda dronur.
Hetta kann ikki góðtakast, sigur amerikanski trygdarráðgevin Jake Sullivan við amerikanskar miðlar. Tað fær avleiðingar um Kina hjálpir Russlandi at sleppa uttanum revsitiltøkini hjá vesturheiminum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald