Innanlands

- Fái meg ikki til at taka reiðrið burtur

Tey hava fingið ein heldur øðrvísi trupulleika í FK í Miðvági. Ein kvørkveggja hevur bygt reiður mitt í einum vogni við útiplantum

(Mynd: Jóan Petur Joensen)

(Mynd: Jóan Petur Joensen)

2021-05-21 14:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í FK í Miðvági hava tey fingið ein heldur øðrvísi trupulleika. Ein kvørkveggja hevur bygt sær reiður í einum av vognunum við útiplantum

Tað var í dag, tá eitt starvsfólk fór at rudda í plantunum, at lagt var til merkis, at ein kvørkveggja hevði bygt sær reiður í einum av plantunum og liggur og bølur.

Jóan Petur Joensen, leiðari í Keypsamtøkuni í Miðvági, hevur lagt eina mynd og biðið um ráð á Facebook-bólkinum “Fuglar í Føroyum”.

- Mítt hjarta fær meg ikki til at taka reiðri burtur, sigur hann. Jóan Petur Joensen spyr tí um ráð.

- Verður vognurin fluttur vekk frá plantunum og kundunum, finnur kvørkveggjan so reiðrið aftur, spyr hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder