Uttanlands

– Fáið ein enda á krígnum

Tað er boðskapurin frá fyrrverandi amerikanska forsetanum Donald Trump til Ísrael

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump (Savnsmynd)

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump (Savnsmynd)

2024-04-05 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Fáið ein enda á tí.

So greið eru boðini til Ísrael frá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump í sambandi við kríggið millum Hamas og Ísrael.

Trump sigur, at Ísrael er "í ferð við at tapa PR-kríggið", og finst hann at sitandi forsetanum, Joe Biden fyri at lata Ísrael stuðul.

– Fáið ein enda á tí, og latið okkum fara aftur til frið og gevast at drepa fólk, sigur hann.

Áheitanin hjá Trump kemur stutt eftir, at Biden í telefonsamrøðu við Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra í Ísrael ávaraði um, at politikkurin hjá USA viðvíkjandi Ísrael er treytaður av, at sivilfólk í Gaza verða vard.

Yvir 200 neyðhjálparfólk latið lív

Broytir Ísrael ikki politikk, fer USA at broyta politikk, var boðskapurin sambært Ritzau, eftir at sjey fólk hjá hjálparfelagsskapinum World Central Kitchen lótu lív í einum ísraelskum álopi á Gaza í vikuni.

Sambært New York Times er Gaza vorðið vandamiklasta stað hjá neyðhjálparfólki at arbeiða, og undir krígnum, sum byrjaði í oktober, hava 203 neyðhjálparfólk latið lív, vísa tøl frá Aid Worker Security Database.

Tey, sum lótu lív fyrr í vikuni vóru ein kanadisk-amerikanskur maður, tríggir bretar, ein póllendingur, ein avstraliari og ein lokalur palestini. Øll hini neyðhjálparfólkini hava verið palestinar, skrivar DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder