Innanlands

– Familjan er kjarnin í samfelagnum

Í formansfrágreiðing síni á landsfundi hjá Fólkaflokkinum leygardagin nevndi Beinir Johannesen løgmaður m.a. ætlanir um fleiri átøk, sum skulu geva barnafamiljum "eitt lyft í einum annars trongum gerandisdegi".

Á landsfundi hjá Fólkaflokkinum í gjár legði Beinir Johannesen fram sína fyrstu formansfrágreiðing sum løgmaður

Á landsfundi hjá Fólkaflokkinum í gjár legði Beinir Johannesen fram sína fyrstu formansfrágreiðing sum løgmaður

2026-11-15 13:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er neyðugt, at vit skapa eitt samfelag, har tað er gott at vera og seta á stovn familju.

Tað segði Beinir Johannesen, løgmaður m.a. í formansfrágreiðing síni, tá Fólkaflokkurin hevði landsfund á Hilton Garden Inn í Havn leygardagin.

– Stóri prísvøksturin, ið hevur rakt samfelagið, rakar serliga barnafamiljur, ið hava nógvar útreiðslur at dragast við til dagligt. Vit kunnu tí fegnast um, at okkum hevur eydnast at gjørt eitt samgonguskjal, ið raðfestir korini hjá familjunum, segði hann.

Eitt nú eru ætlanir um at hækka barnafrádráttin komandi árini, so familjur fáa 1.500 krónur meira í barnafrádrátti fyri hvørt barnið, og eisini er ætlanin at gera stórar batar í barsilsskipanini, vísti løgmaður á.

Eisini endurtók løgmaður ætlanir um at gera barsilsskipanina smidligari, og at hámarkið á útgjaldinum skal hækkast stigvíst upp til 60.000 krónur. Ein skattafríur barnakekkur á 20.000 krónur skal latast, tá ein fær eitt barn.

Hesar broytingar koma í gildi fyrst í komandi árini, og fer hetta at geva familjum eitt lyft í einum annars trongum gerandisdegi, segði løgmaður.

Øll formansfrágreiðingin kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder