Innanlands

- Fanin leysur í Føroyum

Eins og aðrir danskir miðlar umrøður Berlingske eisini fútabannið Kringvarpið hevur fingið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-05 14:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Landsstýrismaður visti ikki, at mikrofonin var tendrað - og nú er fanin leysur í Føroyum

Soleiðis stendur at lesa á heimasíðuni hjá danska blaðnum Berlingske, sum eisini umrøður stóra kjakevnið í Føroyum í løtuni, nevniliga fútabannið móti Kringvarpinum og fundin við kinesiskar myndugleikar.

[object Object]

Berlingske greiðir lesarunum frá hvussu Kringvarpið fekk fatur á upplýsingunum um fundin. At mikrofon sum var sett á Helga Abrahamsen, landsstýrismann, í sambandi við sjónvarpsinnslag um Huawei, var opin tá landsstýrismaðurin fór í einarúm við aðalstjóranum og varð kunnaður um fundin við kineniska sendimannin í Danmark.

- Ein fundur í trúnaði við sendiumboð hjá Kina hevur elvt til politiskt illveður í Føroyum. Landsstýrið ákærir sjónvarpsstøð fyri at brúka óreiðiligar mannagongdir, skrivar blaðið, sum eisini hevur prátað við tíðindaleiðaran í Kringvarpinum. Hann heldur tað vera eitt óhoyrt inntriv í pressufrælsi.

- Eg haldi at fútarætturin verður misnýttur í hesum føri, sigur Georg L. Petersen, tíðindaleiðari. Hann sigur við blaðið, at upplýsingarnir um fundin millum kineiska sendimannin og løgmann eru av so stórum almennum áhuga at Føroya fólk eigur at vita hvat var umrøtt.

Greinin á Berlingske er fyri haldarar og kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder