Tað kunnu ganga millum 15 og 20 ár, áðrenn Ukraina møguliga verður partur av ES, sigur franski evropamálaráðharrin, Clément Beaune.
Hann endurtekur hugskotið hjá franska forsetanum, Emmanuel Macron um at skipa fyri einum breiðum "evropeiskum politiskum samstarvi", sum skal hjálpa við at fáa integrerað Ukraina við ES-lond skjótari, men ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur seg heldur vilja í holt við tilgongdina at gerast ES-land skjótast gjørligt.
Beaune sigur, at eitt slíkt politiskt samstarv ikki forðar fyri, at Ukraina kann sleppa uppí ES seinni, men ukrainar eiga ikki at ganga við følskum vónum um, at tað hendir í nærmastu framtíð.
– Vit mugu siga sum er. Sigur mann, at Ukraina gerst partur av ES um eitt hálvt ár ella eitt ella tvey ár, lýgur mann. Tað snýr seg helst um eini 15 til 20 ár. Tað tekur langa tíð, sigur hann sambært Ritzau.
Hugskotið hjá Macron um eitt breitt evropeiskt samstarv verður umrøtt á ES-toppfundi síðst í juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald