Innanlands

– Ferðafólk skulu rinda egna koronukanning

Tað kann ikki vera rætt, at føroyski skattgjaldarin skal rinda fyri ferðafólk, heldur Beinta Løwe

Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-22 07:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hevur tú ráð at ferðast, hevur tú eisini ráð at rinda fyri egna koronukanning. Tí eiga øll ferðafólk, koppsett og ókoppsett, at verða kannaði við markið, og rinda fyri kanningina sjálvi.

Tað heldur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

Í lesarabrævi sigur hon, at hon ikki heldur tað vera rætt, at føroyski skattgjaldarin skal rinda fyri ferðafólk.

Í vikuni setti Beinta Løwe løgmanni fyrispurning um, hví ókoppsett ferðafólk, sum koma til landið, verða kannaði fyri koronu ókeypis, og um nøkur ætlan var um at fáa ferðafólk at rinda fyri kanningarnar.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður segði í svari til fyrispurningin, at hóast landsstýrið alla tíðina hevur havt ta áskoðan, at ferðandi sjálvi mugu rinda kostnaðin, krevst hetta, at lógin um smittandi sjúkur verður broytt soleiðis, at heimild er fyri at senda rokning til tann einstaka. Hann sigur, at fyrst skal farsóttarmálsøkið yvirtakast, og tað kann taka tíð.

Les eisini: Løgmaður heldur at øll eiga at kannast við markið

Løgmaður segði eisini, at hann hevði dámt betri, at øll, sum koma til landið, verða kannaði. Men tað er Farsóttarnevndin, sum avgerð, um øll skulu kannast við markið, og um avgerð verður tikin um hetta, fer landsstýrið at skjóta upp, at undanfarna avgjaldslóg, sum kravdi, at øll skulu gjalda fyri koronukanning við komu, verður sett í gildi aftur, sigur løgmaður.

Beinta Løwe heldur eisini, at gamla skipanin eigur at verða sett í verk, so ferðafólk sjálvi skulu rinda fyri kanning.

– Tann skipanin spardi føroyska skattgjaldaranum einar 70 milliónir krónir. Tað kann ikki verða rætt, at føroyski skattgjaldarin nú skal rinda fyri ferðafólk, sigur hon.

Nógvir lesarar hjá Portalinum halda eisini, eins og løgmaður, at øll eiga at verða kannaði fyri koronu við landamørkini.

Fríggjakvøldið høvdu lesarar møguleika at atkvøða um málið á Portalinum, og ein stórur meiriluti av teimum gott 5.000 brúkarunum, sum góvu sína meining til kennar, søgdu, at tey hildu, at øll skulu kannast.

Les eisini: Øll skulu kannast við landamørkini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder