Fíggjarpolitiska regluverkið eigur at vera sett í verk sum skjótast, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú Búskaparráðið enn einaferð varpar ljós á, at føroyski búskapurin ikki er haldførur.
– Seinastu árini hevur hugurin hjá politisku skipanini at brúka pengar verið stórur. Hugurin at styrkja um haldføri hevur ikki verið líka stórur. Av somu orsøk er tað er neyðugt við fíggjarpolitiskum afturhaldi, einum regluverki, sum ásetur eitt mark fyri, hvussu nógv almennu útreiðslurnar kunnu vaksa. Landsstýrið eigur alt fyri eitt at taka stig til at fyrireika eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum boðað er frá í samgonguskjalinum, skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Felagið sigur seg fleiri ferðir hava gjørt vart við, at politiska skipanin ikki tekur spurningin um haldførið í nóg stórum álvara, og nú enn ein ávaring kemur frá Búskaparráðnum, eigur at fáa politisku skipanina at taka sær um reiggj.
– Júst haldførið er kanska tann størsta einstaka avbjóðingin, sum okkara samfelag hevur. Longri vit bíða, størri verður avbjóðingin. Tí mugu stig takast nú.
– Umframt fíggjarpolitiska regluverkið, mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at politiska skipanin skundar undir arbeiðið at broyta pensjónsaldurin, at skipa samfelagið einfaldari og effektivari og at fáa framt neyðugu nýskipanirnar til frama fyri haldførið á føroyska búskapinum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at nýggja temafrágreiðingin, sum Búskaparráðið legði fram í gjár, er beiskur lesnaður, og má hon takast í álvara. Tí ætlar felagið sær at skipa fyri einum almennum tiltaki um málið í februar.
– Vit mugu taka ávaringarnar í álvara. Tað er átrokandi við einum sakligum orðaskifti um, hvussu vit saman kunnu loysa týðandi avbjóðingina. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sett sær fyri at hava ein virknan leiklut. Fyrsta stig verður alment tiltak um júst haldførið, sum eftir ætlan verður um miðjan februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald