Uttanlands

– Flogfarið varð skotið niður

Tað sigur Ilham Ailyev, forseti í Aserbadjan

Vladimir Putin, forseti í Russlandi, og Ilham Aliyev, forseti í Aserbadjan á fundi í Moskva í oktober (Mynd: EPA)

Vladimir Putin, forseti í Russlandi, og Ilham Aliyev, forseti í Aserbadjan á fundi í Moskva í oktober (Mynd: EPA)

2024-12-29 12:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ferðafólkaflogfarið hjá Azerbaijan Airlines, sum datt niður í Kasakstan mikudagin, varð rakt av skotum frá jørðini.

Tað sigur Ilham Ailyev, forseti í Aserbadjan.

Umleið 70 fólk vóru umborð á flogfarinum, sum datt niður nærindis býnum Aktau. Í minsta lagi 38 lótu lív.

Flogfarið var ávegis til Grosnyj í Kekenia úr Baku, høvuðsstaðnum í Aserbadjan.

Flogfarið var í russiskum loftrúmi, tá tað datt niður, og tí hevur russiski forsetin, Vladimir Putin biðið Ailyev um umbering.

Les eisini: Putin biðið um umbering fyri flogvanlukku

Sambært russisku stjórnini royndi flogfarið at lenda í Grosnyj, meðan býurin var undir álopi av ukrainskum dronum. Sambært fleiri miðlum var tað russiska loftverjan, sum skeyt flogfarið niður, men hetta er ikki váttað, skrivar Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder