Uttanlands

– Fólk eiga ikki at óttast korona

Tað sigur brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, sum í vikuni varð staðfestur frískur

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro fekk staðfest koronasmittuna 7. juli, men í vikuni varð hann staðfestur frískur (Mynd: EPA)

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro fekk staðfest koronasmittuna 7. juli, men í vikuni varð hann staðfestur frískur (Mynd: EPA)

2020-08-01 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fólk í Brasil skúlu ikki ræðast at verða smittað við koronasmittuni, sigur brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, sum í vikuni varð staðfestur frískur eftir at hava havt smittuna.

Forsetin vísir á, at hann sjálvur er sloppin væl frá sjúkuni, og fara øll helst at fáa smittuna, heldur hann.

– Eg eri í vandabólkinum. Eg visti, at eg fór at fáa smittuna ein dagin, og tað haldi eg, at øll onnur eisini fáa einaferð. Hvat eru tit bangin fyri? Segði 65 ára gamli Bolsonaro við tíðindafólk, tá hann vitjaði í statinum Rio Grande do Sul fríggjadagin.

Hendan útsøgnin kemur, nú talið á skrásettum andlátum í landinum nærkast teimum 100.000.

Sambært Worldometers.info hevur Brasil skrásett 2,6 mió. smittutilburðir og fleiri enn 92.000 andlát.

– Eg harmist um andlátini, men fólk doyggja hvønn einasta dag av nógvum orsøkum. Tað er lívið, sigur brasilski forsetin.

Tað var 7. juli, at Jair Bolsonaro fekk staðfest koronasmittuna, og í vikuni slapp hann endiliga úr aftur sóttarhaldi eftir at hava verið avbyrgdur í tríggjar vikur.

Bolsonaro hevur verið fyri nógvum atfinningum fyri handfaring hansara av av farsóttini. Hann hevur áður noktað at hildið tilmælini um frástøðu, og hevur hann samanborið smittuna við "eitt lítið forkølilsi".

Hósdagin vísti hann seg fyri fyrstu ferð alment, síðan hann varð staðfestur frískur. Sama dagin varð eisini boðað frá, at kona Jair Bolsonaro hevði fingið staðfest koronasmittuna, skrivar Ritzau.

Eisini segði Bolsonaro, at hann følir seg linan, og at hann tekur antibiotika fyri eina ígerðarsjúku, sum hann sjálvur kallar "modnar lungur". Bolsonaro heldur, at tað er væntandi rørslan undir sóttarhaldinum, sum er orsøkin.

[object Object]Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, saman við konuni, Michelle de Paula (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder