Uttanlands

- Fólk fara at doyggja av avmarkingunum

Tað sigur formaðurin í størsta danska andstøðuflokkinum. Teir borgarligu flokkarnir vórðu sambært teimum so at siga tveittir út frá samráðingunum um at lata samfelagið meira upp, tí teir høvdu ymsar aðrar meiningar enn stjórnin

Jakob Ellemann-Jensen finnst hvassliga at linjuni hjá stjórnini

Jakob Ellemann-Jensen finnst hvassliga at linjuni hjá stjórnini

2021-02-24 10:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vóru samráðingar millum floksleiðararnar um, hvussu Danmark skal lata meira upp komandi tíðina. Men sambært floksleiðarunum í bláa blokkinum - andstøðuni sum er mannað av borgarligu flokkunum - so var ikki talan um nakrar beinleiðis samráðingar. Heldur var tað stjórnin, ið legði fram hvat hon vildi gera, og soleiðis skuldu tað eisini verða - um ein vildu nakað annað, so varð man biðin um at fara av fundinum ið var á netinum.

Soleiðis leggja Jakob Ellemann-Jensen úr Venstre og Søren Pape Poulsen úr konservativa fólkaflokkinum (Det Konservative Folkeparti) tað fram. Kristian Thulesen Dahl úr Dansk Folkeparti sigur við TV2, at tað var langt, men at hvør andstøðuflokkur bert fekk eina løtu sum partur av einum umfarið, har politisk ynski vórðu sett fram. Hesi vórðu tó skúgvaði til viks, og løgmálaráðharrin Nick Hækkerup bað tey logga av. Sosialdemokratar vísa á Twitter útlegggingunum, ið millum annað verða nevndar óseriøsar, aftur

- Fólk fara at doyggja

Koronustøðan hevur havt við sær, at tað er klovna meira millum blokkarnar í Danmark. Mette Frederiksen og stjórn hennara hava verið fyri einari rúgvu av atfinningum fyri handfaringini, og tað sum millum annað verður eftirlýst av bláa blokkinum er, at fleiri handlar, umframt eftirskúlar, háskúlar og annað, letur uppaftur - í størri mun enn tað ið stjórnin ætlar.

Formaðurin í vinstraflokkinum sigur fyrrapartin við TV2, at stóra fokusi sum stjórnin hevur á koronu ávirkar ógvusliga: 

- Seinasta árið hava vit sæð, at tað eru færri danir, ið hava fingið staðfest krabbamein. Men tað er ikki tí, at færri hava fingið krabba. Tað er tí, at færri eru kannaði, sigur hann. Fólk fara at doyggja av teimum avmarkingum, ið vit hava lagt á okkum sjálvi. 

Jakob Ellemann-Jensen sigur, at sjálvandi skal hædd takast fyri koronavirusinum, men at máti skal vera við. Hann finnist eisini aftur á háttin, ið sonevndu samráðingarnir vórðu framdar uppá í gjár, har tað sambært honum als ikki var pláss fyri einum kjaki: Um ein hevði eina aðra meining enn stjórnin, so kundi man bara logga av.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder