Uttanlands

– Fólk í Myanmar skulu ikki góðtaka hetta

Aung San Suu Kyi heitir á fólkið um at mótmæla og ikki at góðtaka hernaðarkvettið

Aung San Suu Kyi varð handtikin í morgun (Mynd: EPA)

Aung San Suu Kyi varð handtikin í morgun (Mynd: EPA)

2021-02-01 08:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fólk í Myanmar skulu ikki góðtaka eitt kvetti, sum herurin framdi tíðliga í morgun, sigur politiski leiðarin í landinum, Aung San Suu Kyi, sum varð millum teirra, ið varð handtikin av herinum.

Í fráboðan, sum er almannakunngjørd á Facebook-síðuna hjá flokki hennara, National League for Democracy (NLD), heitir hon í staðin á fólkið um at mótmæla.

Sambært NLD varð fráboðanin tó skrivað áðrenn kvettið, og varð hon eisini brúkt undir valstríðnum hjá flokkinum.

Eingin hevur sæð Suu Kyi alment, síðan hon varð handtikin í morgun, skrivar Ritzau.

Les eisini: Myanmar: Herurin hevur tikið valdið

Á valinum í Myanmar í november gjørdist tað ein stórsigur til NLD, men hernaðarflokkurin, Union Solidarity and Development Party (USDP) vildi vera við, at valsvik varð framt.

Tá málið kom fyri hægstarætti fríggjadagin fekk USDP tó ikki viðhald, og herurin segði eisini í farnu viku, at eitt møguligt kvetti ikki kundi útilokast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder