Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at har er lítið hent seinasta samdøgri.
Í gjárkvøldið kom ein fráboðan um, at ein seyður, ið varð lopin fyri ein bil, varð árendur á Oyggjavegnum.
Tilgongin hareftir er, at løgreglan finnur útav, hvør eigur økið, og festarin fær síðani boð um tilburðin. Hann skal so hava pening afturfyri seyðin, og orðnar tað við bilføraran. Í slíkum førum kann tryggingin taka við hjá bilføraranum.
Tað hava í ymiskum førum verið bóndir og onnur ið ilskast á, at teirra seyðir eru árendir, og at eingin fráboðan er komin. Vakthavandi sigur tó, at í høvuðsheitinum eru bilførar raskir at boða frá, tá slíkt hendir, og at hetta sjálvandi skal gerast, tí so verður málið lættast og best loyst fyri allar partar.
Løgraglan varð í gjár tilkallað til eitt eitt skeinkistað í Havn, har tveir menn vóru ósamdir og illir inn á hvønn annan. Tá løgreglan kom á staðið eydnaðist at skilja teir sundur og sissa teir.
Innanlands
- Fólk ið renna á seyðir eru røsk at boða frá
Ein seyður varð árendur á Oyggjarvegnum í gjárkvøldið, og ein ósemja var á skeinkistaðið í Havn
2019-10-11 08:14
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald