Um somu tíð sum fjórði undirsjóvartunnilin verður tikin í nýtslu í Føroyum, tosa tey í Skotlandi um, hvussu tey kunnu læra av føroysku royndunum at menna undirstøðukervið við eitt nú tunlum heldur enn ferjum. Skotland hevur í dag ongan undirsjóvartunnil. Slíkir høvdu annars gjørt lívið betri hjá mongu av oyggjabúgvunum, og til tess at fáa íblástur hava tveir av tinglimunum í bretska parlamentinum umboðandi Skotland, júst vitjað í Føroyum, saman við føroysku sendikvinnuni í Bretlandi, Kate Sanderson.
Úr bretska parlamentinum til Gomlurætt. Angus MacNeil og Ronnie Cowan fegnast um menningina av føroyska undirstøðukervinum. Mynd Jan Müller
Angus Brendan MacNeil úr Ytru Hebridunum og Ronnie Cowan úr Inverclyde á vestursíðuni í Skotlandi vóru so hepnir at kunna royna nýggja Sandoyartunnilin saman við stjóranum fyri hesi stóru tunnilsverkætlanini, Teiti Samuelsen.
Og Angus, sum hevur vitjað í Føroyum sjey ferðir, hevur ilt við at finna orðini, nú hann fyri fyrstu ferð stígur á sandoyarjørð.
Angus MacNeil úr Ytru Hebridunum og valdur í bretska parlamentið seinastu 16 árini, er ovfarin av og øvundar Føroyum slíkar verkætlanir sum Sandoyartunnilin, ikki minst tá hann fær at vita frá stjóranum fyri verkætlanini, at ein stórur partur av øllum arbeiðinum er gjørt av føroyskum fyritøkum og føroyingum. Mynd Jan Müller
-Vit eru ómetaliga hepnir at sleppa a síggja og royna henda ótrúliga tunnilin, nú so stutt áðrenn hann verður tikin í brúk. At tit hava bygt ein 10 kilometrar langan undirsjóvartunnil, sum bindur saman tvær oyggjar, og har tað í Sandoynni einans búgva 1200 fólk, er bara so einastandandi.
Angus MacNeil vísir á, at føroyingar her hava megnað at gera ein dreym til veruleika. -Hetta er eitt framúr gott verkfrøðingaarbeiði, men hetta byggir so sanniliga fyrst og fremst á nakað, sum finst í høvdunum hjá fólki – ein tráðan eftir við egnari megi at gera tað meira liviligt í egnum landi. Hetta snýr seg um vilja og treiskni og dugnasemi.
Skotskir politikarar her vitni til søguligar broytingar í Føroyum, har undirsjóvartunnil avloysir gomlu ferjuleguna. Mynd Jan Müller
Angus MacNeil ivast ikki í, at føroyingar eftir henda tunnilin fara undir at gera ein 23 kilometrar langan tunnil til Suðuroyar og spyr eitt sindur skemtandi, hví ikki eftir tað eisini gera ein til Skotlands.
-Eg havi vitjað í Føroyum fleiri ferðir og kann bert staðfesta, at tit eru harrar í egnum landi. Hetta er meira enn tos og orð, tað er veruleiki. Og hetta kemst fyrst og fremst av, at tit ráða yvir egnum avgerðum og skulu ikki til at spyrja onnur í øðrum landi, hvat er best fyri tykkara land og fólk. Eg øvundi tykkum henda møguleika.
Trygdin er í hásæti, og mesta av arbeiðinum er gjørt av føroyskum fyritøkum og handverkarum greiðir Teitur Samuelsen skotsku gestunum frá.
Við hesum sipar Angus MacNeil til støðuna hjá mongu oyggjunum í Skotlandi, sum allar mugu byggja sína framtíð á avgerðir, ið oftani verða tiknar aðrastaðni og her ikki minst í London.
-Vit hava nógv at læra av føroyingum, sigur Angus MacNeil her saman við Teiti Samuelsen, tá teir royndarkoyra Sandoyartunnilin. Mynd Jan Müller
Eisini hansara starvsfelagi í bretska tinginum, Ronnie Cowan frá Inverclyde í Skotlandi er hugtikin av bæði Sandoyartunlinum men ikki minst av náttúruni her. -Hetta er fyrstu ferð eg vitji í Føroyum og má siga, at tit eiga eitt ótrúliga vakurt land, sigur hann, nú góða veðrið í Sandoynni henda dagin við sól og kava, ikki gjørdi løtuna minni áhugaverda.
-Hetta er einki minni enn eitt bragd av einum byggiverki, sum heilt fer at kollvelta lívið hjá fólkunum í hesi oynni eins og geva øllum føroyingum eitt størri land.
-Ein slóðbrótandi og einastandandi verkætlan, sum gera 1200 oyggjabúgvar og eina heila tjóð ríkari sigur Ronnie Cowan, parlamentslimur. Mynd Jan Müller
Undir vitjanini í Sandoyartunnlinum kundi sjálvur stjórin fyri hesi verkætlan, Teitur Samuelsen sum bilførari og frásøgumaður, kunna teir skotsku gestirnar um verkætlanina.
Hon heldur seg innan fyri bæði tíðar- og fíggjarligu karmarnar. Gestirnir fáa at vita, at Eysturoyar- og Sandoyar tunlarnir eru ein verkætlan. Og orsøkin til at tað letur seg gera at byggja Sandoyartunnilin til eina oyggj við so avmarkaðum tali av fólki er tann, at nógva ferðslan í Eysturoyartunnlinum skal vera við til at fíggja tunnilin millum Sandoynna og Streymoynna. Og teir vera ikki sørt kløkkir, tá teir hoyra, at henda verkætlan, sum er sera stór í føroyskum høpi, kostar hvørjum mansbarni í Føroyum 5000 pund.
Undir vitjanini tosaði Angus MacNeil eisini við skotska sjónvarpsrás, sum hevði stóran áhuga fyri nýggja Sandoyartunlinum. Mynd Jan Müller
-Vit fara nú heimaftur av deila við onnur í Bretlandi okkara íblástur og vitan frá hesi kanningarferðini sigur ein væl nøgdur Angus Brendan MacNeil, sum hevur ein týðandi leiklut í bretska parlamentinum sum formaður í Føroyanevndini eins og umhvørvis- og veðurlagsnevndini.
Undir vitjanini høvdu gestirnir eisini høvi at vitja SEV, Bakkafrost, Løgtingið og MEST.
Myndir: Jan Müller
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald