Mentan

- Framtíðin byrjar í kvøld

Tað gevur onga meining at gráta um spilta mjólk. Í kvøld byrja vit dagin og framtíðina, segði bispur um koronastøðuna í Føroyum í Degi og viku. Tað er ein veikleiki at útnevna syndabukkar, segði hann

2020-08-06 23:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Framtíðin byrjar í kvøld. Farið er farið. Tað gevur onga meining at gráta um spilta mjólk. Í kvøld byrja vit dagin og framtíðina.

Soleiðis tók Jógvan Fríðriksson, bispur, til í Degi og viku í kvøld. Hann tók í egnan barm, og segði, at Fólkakirkjan helst ikki hevði gjørt nóg nógv í mun til at forða fyri smittu.

- Vit tora ikki at fara út og siga, hvar skápið skal standa, tí tað er altíð lættari at vera tað slagið av profetum, sum syngur við fólkinum, segði bispur, sum eisini nevndi, at tað hava verið fleiri enn hundrað fólk til gudstænastur hóast ta markið var tilmælt.

Men vit eiga ikki at útnevna syndabukkar. Tað er ein veikleiki, segði bispur.

- Tað at peika eftir øðrum og útnevna syndapbukkar er ein liður í at rættvísgera seg sjálvan. Tað er fyri at seta meg sjálvan hægri ella at seta meg í ein stól, har eg kann verja meg sjálvan. Tað er ein veikleiki at vit útnevna ein annan til syndabukk. Vit hava øll medábyrg og samfelagsábyrgd, segði Jógvan Fríðriksson.

- Tað er einki yvir at dylja, at tað var langt áðrenn ólavsøku áðrenn vit fóru á glið. Tað er langt síðani vit fóru á glíðubreytina í býarlívinum, í felagslívi, til fótbóltsdystirnar, til kappróður, í kirkjuni og so framvegis.

- Lat okkum taka støðuna í álvara og lat okkum fyri alt í verðini vera samhaldsføst. Vit eru komin so langt, at tey menningarnartarnaðu og tey skerdu til likams og sálar, og LGBT’ararnir eru eftir hondini blivin partur av okkum. Lat okkum nú ikki byrja eina nýggja stigmatisering av okkara fólki, og peika eftir hvørjum øðrum hvør hevur skyldina. Í kvøld taka vit lógvatak og fara frameftir, segði bispur.

Sí samrøðuna við bisp í Degi og viku frá 29:00 minutti

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder