Í lesarabrævi í dag finnst Høgni Hoydal hvassliga at ætlanini hjá samgonguni um at rulla fiskivinnunýskipanina aftur.
Tað sum formaðurin í Tjóveldi serliga hevur fokus á, er at fiskiríkidømi
ogn Føroya fólks, ikki ska kunna gerast ogn hjá einstaklingum og ikki at koma á útlendskar hendur.
Høgni Hoydal ger greitt, at talan verður um politiska útlutan og privatar uppboðsølur, og tað er nakað, ið hann avgjørt ikki tekur undir við. Hann vísir á, at tey viðurskiftini sum komu uppá pláss fyti tveimum árum síðani, ið millum tryggjaðu hesum og komandi ættarliðið ognarrættin til fiskiríkidømi, nú verða kollveltandi broytt.
Les alt lesarabrævið hjá Høgna Hoydal her
2. viðgerð av lógini um sjófeingi verður í morgin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald