Innanlands

– Gev vinnuni eins og rættvísa viðferð í hjálparpakkanum

Tað er gott, at skeinkistøð fáa ein hjálparpakka, men tað eru eisini onnur, sum missa sítt livibreyð, tá náttarlívið og samfelagið verður latið aftur, sigur Bjørt Samuelsen

2021-12-11 15:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár gjørdu skeinkistøðini av at fylgja tilmælinum frá landsstýrinum um at lata aftur klokkan 23 næstu tvær vikurnar, eftir at hava fingið trygd fyri, at ein munagóður hjálparpakki til skeinkistøðini verður lagdur fyri tingið eftir nýggjár, og Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi fegnast um, at landsstýrið ætlar at koma í løgtingið við hesum hjálparpakkanum.

Tó vísir hon á, at har eru aðrar vinnur, sum eisini eru raktar av tilmælinum hjá landsstýrinum, og eiga tær eisini at fáa hjálp.

– Øll vinna, sum virkar á sama beiti, má fáa eins og rættvísa viðferð. Tónleikavinnan missir livibreyð sítt, tá samfelagið og náttarlívið verða avmarkað ella heilt lata aftur. Somuleiðis øll tey, sum veita tænastur til jólaborðhald, veitslur, undirhald, býar- og náttarlív av ymiskum slagi. Tey, sum veita ljóð og tøkni. Tey, sum veita mat. Tey, sum veita undirhald. Tey, sum gera reint ogsfe osfre.

– Aftur og aftur hava vit víst á, at fleiri vinnugreinar eru dotnar niðurímillum í hjálparpakkunum, sum komnir eru frá landsstýrinum. Eisini hóast ábøtur hava verið gjørdar á summar av pakkunum. Og vit hava eftirlýst eitt yvirlit frá landsstýrinum yvir, hvørjum hjálparpakkarnir veruliga hava hjálpt, í hvønn mun, teir hava rokkið sínum endamáli, og hvørji í vinnuni, sum hava verið meint rakt av koronu, eru dottin niðurímillum, sigur Bjørt Samuelsen í lesarabrævi.

Bjørt Samuelsen heitir á landsstýrismannin í vinnumálum um at tryggja, at øll vinna, sum verður rakt av stongsli og avmarkingum fær javnbjóðis møguleika fyri at fáa hjálp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder