- Øl er sunnur kostur. Har eru ongi E-nummur latin í vøruna. Hægst okkurt litevni. Listin yvir E-nummur á sodavatnum og orkudrykkum er langur. Hetta kann ikki vera sunt fyri børn og ung. Tí eri eg sannførdur um, at tað er nógv sunnari at geva børnunum øl – alkoholfrítt, væl at merkja.
Soleiðis sigur heimsgitni ølbryggjarin Mikkel Bjergsø, sum er stovnari av viðagitna bryggjarínum Mikkeller, sum hevur valt Tórshavn sum heimstað fyri einari av sínum altjóða virdu skeinkistovum. Nú skipar Mikkeller eisini fyri altjóða ølfagnaði í Havn.
Lesið drúgva samrøðu við Mikkel Bjergsø í BlaðnumVikuskifti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald