Innanlands

– Gevur ikki meining at halda á við mótmælunum

Nú semja er gjørd í sáttmálatrætuni, og uppskotið hjá Helga Abrahamsen er tikið aftur, verða tiltøkini, sum 36 fakfeløg ætlaðu at boða frá um vikuskiftið, av ongum

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum sigur, at nú fara tey at taka samanum og finna útav, hvussu tey fara víðari (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum sigur, at nú fara tey at taka samanum og finna útav, hvussu tey fara víðari (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-20 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú semja er gjørd millum Pedagogfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, og Fíggjarmálaráðið, og Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður hevur tikið umstrídda lógaruppskotið hjá sær aftur, verða tey tiltøkini, sum 36 fakfeløg ætlaðu at seta í verk fyri at mótmæla lógaruppskotinum, av ongum.

Les eisini: Helgi Abrahamsen tekur lógaruppskotið aftur

Fríggjadagin samdust 36 fakfeløg um at seta tiltøk í verk fyri at mótmæla uppskotið um at tryggja Almannaverkinum neyðugu undantøkini í verkfallinum, um tað stendur um lív og heilsu, tí tað sambært fakfeløgunum gjørdi seg inn á verkfalsrættin. Ætlanin var at boða frá stríðsstigunum hetta vikuskiftið, men, sum áður nevnt, verða tey nú av ongum.

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum og talsfólk fyri tey 36 fakfeløgini, sigur við Útvarpið í morgun, at nú uppskotið hjá Helga Abrahamsen er tikið aftur, gevur tað ikki meining at halda á við teimum mótmælunum.

– Men tað steðgar ikki her hjá okkum. Nú fara vit at taka samanum og so fara vit at tosa saman um, hvussu vit fara víðari, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder