Innanlands

- Gølan rundan um Landsverk er sett á pall av Fólkaflokkinum

Fólkaflokkurin byrjaði niðurbræðingina av Landsverk í 1998, heldur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður

Jóannes Eidesgaard (Mynd: KVF)

Jóannes Eidesgaard (Mynd: KVF)

2019-10-30 23:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú eitt lík fyri og annað eftir dettur út út skápinum hjá Landsverk, so má eg koma við hesi viðmerking, serliga nú Fólkaflokkurin skal seta høvd á alt. Í 1998 byrjaði niðurbræðingin av tí annars so væl stýrda Landsverkfrøðingstovninum, sum tað tá kallaðist.

Tað skrivar Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, í kjalarvørinum á, at Landsverk ferð eftir ferð er blandað uppí gølur. Fyrst Glasir, síðani H-bygningurin og nú asfaltverkiå á Sundi. Hetta skrivar hann á Facebook.

- Landsstýrismaðurin í vinnumálum fyri Fólkaflokkinum Finnbogi Arge legði ætlan fram, har Landsverk varð lagt saman við Strandferðsluni, har stjórin á SL skuldi stýra samanlagda stovninum. Hetta kom tíbetur ikki í lag, men avmonteringin av LV var byrjað, og henni stóð Fólkaflokkurin á odda fyri, skrivar hann víðari

- Eitt úrslit var, at saman við sjálvum Landsverkfrøðinginum fóru í alt 8 verkfrøðingar úr starvi hjá LV, og seinni eru enn fleiri farnir. Her byrjaði niðurbræðingin, og nú bendir alt á, at henda gongdin skal halda fram, soleiðis at alt tað almenna virksemið hjá LV endar hjá privatum entreprenørunum. 

- Øll gølan rundan um LV er sett á pall av Fólkaflokkinum, væl stuðlað av Sambandsflokkinum, og nú síggjast úrslitini. Hetta er ein ætlan yvir gott 20 ár, vil Jóannes Eidesgaard vera við.

Tað er Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, sum er landsstýrismaður við ábyrgd av Landsverki.

Les eisini: Fútin skal nú eisini kanna keypið av asfaltverkinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder