
Fyrr var tað við Hoydalar, og nú er tað í Marknagili, har nógv morgunferðsla eisini er.
Næmingar á miðnámsskúlanum á Glasi hildu sær á gaman týsnáttina og í gjáramorgunin, og sum vanligt varð sonevndi skulkidagurin hátíðarhildin við at órógvað morgunferðsluna í høvuðsstaðnum.
Hetta eydnaðist væl hjá ungu fólkunum. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at avleiðingarnar fyri ferðsluna vóru stórar.
- Tað var bíðirøð oman í miðbýin leingi, staðfestir løgreglan.
Ferðslumøguleikarnir hjá helst frustreraðum bilførarum vórðu framvegis ikki teir somu um hálvgum níggju tíðina í gjár.
- Tað er gott, at hetta bert er einaferð um árið, helt vaktleiðarin fyri í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald