placeholder
Uttanlands

- Grønland er ov stórt til fult sjálvstýri

Lars Løkke Rasmussen heldur at danskir politikarar skulu tora betur at blanda seg í grønlendsk viðurskifti

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-06-29 16:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi danskur forsætisráðharri, trýr ikki uppá grønlendsku ætlanirnar um størri sjálvstýri. Grønland gerst bara meira bundið at USA, sum hevur stór áhugamál í Arktis. Tí eigur Danmark at hugsavna seg meira um Grønland.

Tað sigur Lars Løkke í samrøðu við danska blaðið Politiken.

Hann heldur, at grønlendsk loysing bara fer at føra til, at Grønland letur ræðið til USA.

- Um Grønland tekur avgerð um at slíta frá Danmark, so kann tað hava við sær, at tey fáa minni sjálvræði enn tey hava í dag. Tað er eyðsýnt – hygg bara at globusinum, sigur Lars Løkke Rasmussen.

- Grønland er partur av norðuramerikanska meginlandinum. Grønland er ein ov stórur leikari til at tað fær loyvi til at fáa fult sjálvstýri, leggur hann afturat.

Hann mælir tí, at Danmark kemur við einum mótspæli mótvegis amerikansku vinarligheitini við at lata upp sendistovu í Nuuk og bjóða grønlendingum beinleiðis peningaligan stuðul.

Lars Løkke Rasmussen heldur, at tað er brúk fyri størri bersøgni – ’åbenhjertighed’ – tá talan er um grønlendskt sjálvstýri.

Hann heldur, at grønlendingar –og føroyingar – sjálvi skulu allýsa, hvussu tey vilja hava sjálvstýri, men danskir politikarar mugu eisini sleppa sínum sínum ótta fyri at nerta við hesi mál, og hugsavna seg meira um ávís grønlendsk mál – eitt nú á sosiala økinum.

Eisini eftirlýsir hann eitt stað – eitt forum – har vitan kann deilast millum Danmark, Grønland og Føroyar. Tað kann við tíðini geva Grønlandi og Føroyum størri ávirkan á uttanríkis- og verjupolitikkin í ríkisfelagsskapinum, heldur fyrrverandi danski forsætisráðharrin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder