Uttanlands

– Grønland undir amerikanskt ræði áðrenn 2029

Í samrøðu við amerikanska forsetan, Donald Trump segði verturin Steve Gruber seg hava gitt, at Grønland kemur undir amerikanskt ræði, áðrenn forsetaskeiðið hjá Trump er av – Tú fær rætt, svaraði Trump

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-08-03 20:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA skal yvirtaka Grønland, áðrenn forsetaskeiðið hjá Donald Trump er av í januar 2029.

Tað segði amerikanski forsetin í samrøðu í sendingini "Real America's Voice" um vikuskiftið sambært donskum miðlum.

– Eg havi í hesu sending gitt, at Grønland kemur undir okkara ræði, áðrenn tú fer frá, segði verturin, Steve Gruber við Trump og legði afturat, at tað hevði týdning at verja vesturlendsku hálvuna.

– Jú. Tú fær rætt, svaraði Trump uttan tó beinleiðis at siga, at USA fer at hava ræði á Grønlandi áðrenn 2029.

Amerikanski forsetin hevur fleiri ferðir boðað frá, at hann ynskir at yvirtaka Grønland, hóast bæði grønland og Danmark hava víst hesum aftur.

Um vikuskiftið deildi Trump eisini eina mynd av sær sjálvum og Grønlandi, sum er gjørd við vitlíki. Á myndini síggjast eisini orðini "Hello, Greenland!".

[object Object]
(Mynd: Donald J. Trump/Truth Social)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder