Uttanlands

- Gud ynskti, at Trump skuldi gerast forseti

Sarah Sanders, talskvinna í Hvítu Húsunum heldur, at tað var Guds vilji, at Donald Trump bleiv forseti

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-01-31 21:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært Sarah Sanders, talskvinna í Hvítu Húsunum, var tað Guds vilji, at Trump skuldi gerast forseti.

- Eg haldi, at hann ynskti, at Donald Trump skuldi vera forseti, og tað er orsøkin til, at hann er her, sigur Sarah Sanders við kristnu sjónvarpsstøðina CBN.

-Eg haldi, at hann hevur gjørt eitt frálíkt arbeiði við at stuðla nógvum av tí, sum hevur týdning fyri tey trúgvandi, sigur hon.

Tað varð stríðið millum Trump og demokratarnar, sum var orsøkin til, at almenni geirin í USA lat aftur og 800.000 almenn starvsfólk máttu klára seg uttan løn í ein mánað.

Um stríðið millum Trump og demokratarnar segði hon ma.:

- Fyri at siga akkurát sum er, so haldi eg tað vera torført, at demokratar skulu læra okkum, hvat er moralskt rætt og hvat ikki er. At verja fólk í landi okkara er ein grundleggjandi skylda, tá mann er forseti.

Ein meiriluti av teimum evengelisku kristnu stuðla Trump.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder