
– Høvuðsendamál hjá Strandferðsluni er at veita somu tænastu til allar borgarar í landinum, og at allar skipanir, ið geva borgarunum atgongd til hesar, í mest møguligan mun eisini taka atlit til tørvin hjá fólki, ið bera brek.
Soleiðis sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður m.a. í svari til fyrispurning frá Una Rasmussen, tingmanni.
Uni Rasmussen vildi vita, um hædd verður tikin fyri blindum og sjónveikum í nýggju bíleggingarskipanini til oyggja- og bygdaleiðir, sum Strandferðslan hevur bílagt, og tað verður tað, sigur Jørgen Niclasen.
Sum partur av menningartilgongdini hevur Strandferðslan sent umbøn til Sjóndepilin um ráðgeving í mun til tørvin hjá sjónveikum og blindum, og tilvísing til brúkarar, ið seinni kunnu luttaka í royndarkoyring av skipanini. Eisini fær Strandferðslan ráðgeving frá kt-mennara, sum áður hevur ment skipanir, ið taka atlit til tørvin hjá fólki, sum bera brek, sigur hann.
Alt svarið kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald