Telefonsamrøða millum Finn Koba, journalist í Kringvarpinum, og Ewald Kjølbro, fyrrverandi stjóra í Landsverki, um asfaltverkið á Sundi, fekk ein bráðan enda.
Les eisini: Asfaltverkið fer at kosta 14 milliónir afturat
Ewald Kjølbro játtaði at gera samrøðu við Kringvarpið um nýggju upplýsingarnar í málinum um støðulýsingina av asfaltverkinum. Eina støðulýsing, sum táverandi stjórin á Landsverki bað sína umsiting at taka burturúr einari frágreiðing um stovnin, sum varð send Samferðslumálaráðnum.
Men samrøðan fekk eina løgna vend, tá fyrrverandi stjórin brádliga leggur hornið á. Kringvarpið hevur lagt samrøðuna í fullum líki á netið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald