Boðini, sum vórðu givin í nátt um at handtaka suðurkoreanska forsetan, Yoon Suk-yeol, eru ólóglig.
Tað sigur Yoon Kab-kuen, sakførari hjá Yook Suk-yeol.
Hann heldur ikki, at tann myndugleikin, sum gav boðini um at handtaka Yoon Suk-yeol, hevði heimild at geva hesi boðini.
Les eisini: Suðurkorea: Dómstólur givið boð um at handataka Yoon Suk-yeol
Tríggjar ferðir er Yoon biðin um at møta upp til avhoyringar í sambandi við kanningararbeiðið, men hesar umbønir eru ikki gingnar á møti, og tí eru boð givin um at handtaka hann. Við at lýsa hernaðarliga undantaksstøðu 3. desember skal forsetin hava eggjað til uppreistur, men hesum vísir sakføri hansara aftur.
– Yoon hevur onga orsøk at snúgva sær undan kanningini, men hann kann ikki rætta seg eftir ólógligum kanningum, sigur sakføri hansara.
Sambært Ritzau royna løgfrøðiligir ráðgevarar hjá Yoon at fáa handtøkuboðini ógildað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald