Herurin í Myanmar, sum fyri trimum vikum síðani tók valdið í landinum, skal lata landið aftur í hendurnar á demokratiskt valdu stjórnini, sigur aðalskrivarin hjá ST, António Guterres.
Tað var 1. februar, at demokratiskt valdi leiðarin í landinum, Aung San Suu Kyi varð handtikin saman við fleiri øðrum limum úr flokki hennara, National League for Democracy (NLD).
Síðan tá hava stór mótmæli verið í Myanmar, og hetta hevur fingið herin at sláa hart niður á mótmælisfólkini.
Guterres heitir á herin í Myanmar um at leyslata tey handtiknu og at steðga við harðskapinum. Herurin skal virða mannarættindini og fólksins vilja, sum gjørdist greiður á seinasta vali í november, sigur hann sambært Ritzau.
Herurin í Myanmar sigur, at orsøkin til hernaðarkvettið var, at valsvik varð framt í sambandi við valið í heyst, har flokkurin hjá Suu Kyi vann stórt.
Bæði altjóða eygleiðarar og valnevndin í Myanmar hava tó víst aftur, at valvik skal hava verið framt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald