Innanlands

– Harmist um at eingin kvinna er í landsstýrinum í løtuni

Flokkar áttu í størri mun at hugsa um javnstøðu, tá teir skjóta upp landsstýrisfólk, heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum hevur svarað fyrispurningi hjá Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-15 12:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ynskiligt hevði verið, um allir flokkar framyvir í størri mun hugsaðu um javnstøðu, tá teir skjóta upp landsstýrisfólk. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í svari til fyrispurning hjá Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin.

6. januar vórðu Árni Skaale og Sólvit Nolsø settir sum landsstýrismenn fyri ávikavíst Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum løgdu frá sær fyri jól. Hetta merkir, at vit nú, fyri fyrstu ferð síðan 2004, hava eitt landsstýri, sum bert er mannað av monnum, og hetta hevur elvt til nógv kjak.

Ingilín Didriksen Strøm vísti í viðmerking til fyrispurningin, sum varð settur 7. januar, á, at Javnstøðunevndin hevði sagt, at eitt landsstýri uttan kvinnur gongur ímóti demokratisku virðunum.

Hon vildi hava at vita frá løgmanni, um hann helt tað vera nøktandi, at eingin kvinna er í landsstýrinum í løtuni, um hann heldur javnstøða eigur at vera í landsstýrinum, og um løgmaður ætlaði at gera nakað við manglandi javnstøðuna í landsstýrinum.

– Løgmaður hevur ábyrgd av at seta landsstýrisfólk og loysa landsstýrisfólkúr starvi, og tí hevur hann eisini einsamallur heimild til at broyta, at bara mannfólk eru umboðað í landsstýrinum, sigur tingkvinnan.

Hon vísir eisini á, at flokkurin hjá løgmanni eisini hevur framt eitt landsstýrismannaskifti í hesum valskeiðnum, og tá varð eisini ein maður settur fyri ein mann. Tað var í august, tá Magnus Rasmussen avloysti Helga Abrahamsen sum landsstýrismann í umhvørvis- og vinnumálum.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður sigur seg harmast um, at eingin kvinna er í landsstýrinum í løtuni. Hann vísir tó á, at tað hevur verið siðvenja at tilnevningin av landsstýrisfólki verður gjørd eftir uppskoti hjá einstaka flokkinum, og um tey verða funnin fullgóð verða tey tilnevnd av løgmanni.

Bárður á Steig Nielsen sigur seg ikki vita um, at nakar løgmaður hevur tilnevnt onnur landsstýrisfólk enn tey, sum ein flokkur hevur skotið upp.

Alt svarið hjá løgmanni kann lesast her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder