- Eg harmist um at tað kom har til, at eg mátti fáa fleiri tíðarfreistir frá løgtingsformanninum um at fáa hesa samgonguna í hús. Fyri síðani at boða løgtingsformanninum frá at eg fór at royna aðrar leiðir, tí hetta kom ikki á mál.
- Men tað sær út til at meðan eg var har niðri hava tingini flutt seg so mikið, at vit eru so samdir um skipa eina ABH-samgongu.
Tað segði Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, og samráðingarleiðari, nú borgarliga samangongan - ABH - er komin uppá pláss.
Hann vildi einki siga um hvør tað er, sum hevur flutt seg. Seinastu dagarnar hevur verið tingast um málsøkini, og tað hevur víst seg at vera ógvuliga trupult hjá flokkunum.
Bárður á Steig Nielsen vildi einki siga á veg niðan frá Gamla Apoteki og niðan í løgtingið. Men eftir øllum at døma var ein ABH-samgonga longu í hús tá (Mynd: Sverri Egholm)
Stórsmílandi Jenis av Rana beint áðrenn Bárður á Steig Nielsen kom av fundinum við løgtingsformannin (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald