Uttanlands

– Harry og Meghan eru lukkulig

Prinsurin er harmur um støðuna við familjuni, men hann og Meghan, sum í fjør fluttu til USA saman við soninum, eru lukkulig har tey eru, sigur ein vinmaður

Hertogafrúan Meghan og Harry prinsur (Mynd: EPA)

Hertogafrúan Meghan og Harry prinsur (Mynd: EPA)

2021-01-17 12:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretski Harry prinsur er sera harmur um slitið við restina av kongsfamiljuni, men hann og kona hansara, hertogafrúan Meghan, eru kortini nøgd við nýggja lív teirra í USA.

Tað sigur Tom Brady, vinmaður hjá parinum.

Hertogin og hertogafrúan av Sussex fluttu saman við soni teirra Archie til Los Angeles í fjør, eftir at tey boðaðu frá, at tey ikki longur ynsktu at vera framtraðkandi limir í bretska kongshúsinum. Tað fall ikki í góða jørð hjá restina av familjuni, og málið vakti nógvan ans í miðlunum.

– Eg haldi, hann er harmur um støðuna við familjuni, men eru tey ólukkulig? Nei, tað haldi eg ikki. Eg haldi faktiskt, at tey eru rættiliga lukkulig, sigur Tom Brady sambært Reuters.

Harry og Meghan fáast framvegis við vælgerandi arbeiði, og tey hava eisini gjørt avtalur um m.a. framleiðslu av tilfari til Netflix og framleiðslu av einum podvarpi til Spotify.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder