Uttanlands

– Hava ikki hildið tey lyfti, tey hava givið Turkalandi

Turkaland og Ungarn eru einastu Nato-londini, sum enn ikki hava góðkent umbønirnar um limaskap hjá Svøríki og Finnlandi

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan sigur, at Finnland og Svøríki ikki hava hildið tey lyftini, tey hava givið Turkalandi (Savnsmynd)

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan sigur, at Finnland og Svøríki ikki hava hildið tey lyftini, tey hava givið Turkalandi (Savnsmynd)

2022-10-02 12:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, hóttir nú enn einaferð við at forða fyri, at Svøríki og Finnland gerast partur av verjusamgonguni Nato.

Skulu londini gerast partur av Nato, krevst undirtøka frá øllum teimum 30 limalondunum. Higartil hava 28 limalond givið grønt ljós.

Umframt Turkaland, manglar Ungarn eisini at góðkenna limaskapin hjá teimum báðum norðurlendsku londunum. Tey hava enn ikki sent umbøninarnar um limaskap víðari til tjóðartingini, har tær skulu endaliga góðkennast.

Svøríki og Finnland skulu halda tey lyftini, sum tey hava givið Turkalandi, áðrenn landið fer at geva teimum grønt ljós, sigur Erdogan sambært Ritzau.

– Vit halda eitt vakið eyga við, um lyftini úr Svøríki og Finnlandi verða hildin ella ikki. Endaliga avgerðin liggur sjálvandi hjá okkara tjóðartingi, sigur hann.

Erdogan nevnir ikki, hvørji lyfti talan er um.

Tað var í mai, at Finnland og Svøríki søktu um limaskap í Nato, og at byrja við var Turkaland ímóti, at hesi londini skuldu fáa limaskap. Turkaland hevur m.a. lagt londini undir at stuðla kurdiskum yvirgangsfelagsskapum. Eftir at hava verið á fundi við Finnland og Svøríki, boðaði Turkaland í juni frá, at landið nú stuðlaði teirra innliman í Nato.

Turkaland hevur eisini funnist at Svøríki og Finnlandi fyri ikki at vilja selja Turkalandi vápn. Svøríki hevur havt eitt forboð ímóti hesum síðan 2019, men fríggjadagin lat Svøríki uppaftur fyri vápnaútflutninginum til Turkaland.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder