Í gjár og í dag hevur løgtingið verið karmur um ungdómstingið. Seinnapartin fingu tey ungu høvi at seta landsstýrisfólkunum ófráboðaðar fyrispurningar.
Í hesum sambandi setti Bjørk Sørensen úr 9. flokki í Vágs Skúla Bárði á Steig Nielsen, løgmanni fyrispurning um kriminella lágaldurin í Føroyum.
Í løtuni er kriminelli lágaldurin í Føroyum 15 ár, og Bjørk Sørensen vísti á, at mann sum 15 ára gamal longu kann verða settur í fongsul ella varðhald, og hevur mann sostatt ikki reina revsiváttan. Hetta kann hava stórar avleiðingar fyri restina av lívinum, segði hon, og legði hon afturat, at mann í flestu førum verður roknaður sum barn, til mann er 18 ár.
Eisini vístu hon á, at vit í Føroyum einki ungdómsfongsul hava, so møguleiki er fyri, at ein 15 ára gamal verður koyrdur inn at sita saman við vaksnum lógarbrótarum. Tí vildi Bjørk Sørensen vita, um landsstýrið hevði nakra ætlan um at hækka kriminella lágaldurin í Føroyum.
Stutta svarið hjá løgmanni var nei. Orsøkin er, at mann hevur mett tey 15 ára gomlu at vera nóg búgvin at skilja avleiðingarnar av sínum gerðum, segði hann.
– Skal kriminelli lágaldurin hækkast? Nei, tað hava vit ongar ætlanir um.
Tó ásannaði hann, at fongsulsviðurskiftini í Føroyum ikki eru nøktandi. Einki ungdómsfongsul er, og mann hevur heldur ikki sundurskilt vanliga fongsling og varðhaldsfongsling.
Ongar ætlanir eru um at gera nakað við lágaldurin, men ætlanin er at gera nakað við fongsulsviðurskiftini, segði løgmaður.
Sí eisini: Myndir: Tey ungu yvirtóku løgtingið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald