Ukrainar hava bart móti russiskum hermonnum í fleiri býum – m.a. Odessa, Kharkiv og høvuðsstaðnum Kiev, men sambært ukrainska forsetanum, Volodimir Zelenskij, hava ukrainar seinkað royndina hjá Russlandi at yvirtaka býin og koyra hann frá.
Russland leyp á Kiev í nátt, og forsetin sigur, sambært Ritzau, at ukrainski herurin enn hevur valdið í Kiev og øðrum býum av týdningi nærindis høvuðsstaðin.
Borgarstjórin í Kiev hevur boðað frá einum útfaringarforboði, sum merkir, at borgarar í ukrainska høvuðsstaðnum skulu halda seg innandura í tíðarskeiðnum 17 - 08. Áðrenn var tað galdandi í tíðarskeiðnum 22 - 07.
Tríggjar milliónir íbúgvar eru í Kiev, og forboðið er til fyri at verja teir, sigur borgarstjórin, sum eisini ávarar um, at tey, sum gera ímóti forboðnum verða roknaðir sum fíggindar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald